Firstclass innritan
Brúkaramerki (dømi: ts0310s7)
Loyniorð
P-tal (ddmmáá-rre)
Rita inn
Annullera
Umsóknarblað til ferðaleiðaraskeið
Umsókn
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur fylt 21 ár, tá ið skeiðið byrjar. Umsøkjarin skal hava góðan málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi B-stigi. Í ávísum føri kann upptøka harumframt fara fram við støði í einari upptøkusamrøðu.
Tá ið søkt verður um upptøku á ferðaleiðaraskeiðið, skal bert ein umsókn sendast. Trýst á “Byrja umsóknina”, so kemur umsóknarblaðið fram. Tá ið umsóknin er send, fært tú váttan fyri, at umsóknin er móttikin.
Hav øll neyðug skjalprógv og skjøl hjá tær. Hesi skjøl eru viðkomandi at hava í huga, áðrenn tú fert í holt við umsóknarblaðið:
  • Dóps- ella navnabræv (skal altíð viðfestast)
  • Prógv og støðumet (frá fólkaskúla, miðnámsskúla ella øðrum skúla)
  • Grundgeving fyri, hví tú ynskir at taka ferðaleiðaraskeiðið
  • Møgulig viðmæli
Hevur tú eina snildfon, kanst tú nýta hana til at taka myndir av skjølum, ið ikki eru teldutøk, og leggja tey við í umsóknina. Vegleiðing til hetta er inni í umsóknarblaðnum.
Ert tú í iva, ber til at venda sær til Maud Poulsen, samskipara, tlf. 270478 ella mp@miv.fo.

Umsóknarfreistin er 28. juni 2024.
Byrja umsóknina
Glotti
Miðnám í Vestmanna - Fjarðarvegur 4 - FO-350 Vestmanna - Tel. +298 42 45 73 - fiskvest@fiskvest.fo