Nr. 1718-334
Søga til 4.-5. flokk
Endamál: At geva lærarum innlit í søgutilfarið til 4. og 5. flokk, ið umfatar pappírsbók, fleksbók og læraravegleiðing.
Innihald: Skeiðið tekur støði í søgutilfarinum til 4. og 5. flokk við atliti at nýtslu og førleikamálum. Dentur verður lagdur á tilfarið til 5. flokk. Við ítøkiligum dømum verður komið nærri inn á bygnaðin í tilfarinum og hvussu pappírsbókin, fleksbókin og læraravegleiðingin arbeiða saman.
Arbeitt verður við fleksbókini, so lærarar fáa møguleika at kenna seg tryggar við fleksbókina, áðrenn farið verður undir at brúka hana í undirvísingini.
Teksturin í bókini til 4. flokk fevnir søguliga um tíðina frá landnámi til sjórænarar í 1700-talinum. Bókin til 5. flokk tekur við, har 4. floksbókin slepti. Byrjað verður við søguklípum í 1700-1800-talinum og hildið verður fram við frásagnum um bæði fótbólt, telefonir og bilar heilt upp til okkara dagar. Samtíðin verður tikin við gjøgnum undranarspurningar, faktaboksir og uppgávur.
Skeiðssnið: Framløga, venjingar og bólkaarbeiði.
Undirvísing: Gunvá Magnussen, ritstjóri.