Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-328
Pit Stop 9
- námsætlan, førleikamál og próvtøkuháttur B
Endamál: Skeiðið miðar eftir at seta Pit Stop til 9. flokk inn í eina størri heild saman við námsætlanini, førleikamálunum og próvtøkuháttinum B.  Lærarin fær kunning um námsætlanina og innlit í, hvussu bøkurnar miðvíst arbeiða fram móti førleikamálunum. Eisini fær luttakarin vegleiðing í at leggja próvtøkuna til rættis við ársætlanini og undirvísingargongdum sum amboð.

Innihald:  Skeiðið byggir á Pit Stop til 9. flokk og formligu krøvini til lærugreinina. 

Skeiðssnið: Framløga, kjak og bólkaarbeiði.    

Fyrireiking:  Fortreyt er, at lærarar hava kunnleika til Pit Stop-røðina, t.d. praktiskar royndir á minst einum floksstigi ella lokið skeið í røðini. 

Undirvísing: Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari. 

At hava við:  Luttakarar taka sjálvir bøkur við, um møguligt.
Málbólkur: Lærarar, sum brúka ella hava ætlanir um at brúka Pit Stop í hádeild.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
04. okt. 2017 kl. 09.00-15.00