Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-326
Økokritikkur í bókmentum
Endamál: Luttakarum verður givið innlit í grundleggjandi hugsanir og hugtøk í økokritikki sum háttalag í bókmentum at brúka í undirvísingini.
 
Innihald: Lýsing og viðgerð av økokritikki sum hugtaki og háttalagi í bókmentum við serligum denti á føroyskar bókmentir hjá t.d. Sverra Paturssyni, Mikkjali á Ryggi, Rikardi Long, Jens Paula Heinesen, Jóanesi Nielsen, Kim Simonsen, Onnu Maluni Jógvansdóttur og Lív Mariu Róadóttur Jæger. Ástøðiliga tilfarið verður í mestan mun norðurlendskt, og einstakir norðurlendskir yrkjarar verða tiknir fram sum dømi - t.d. Katarina Frostenson og Theis Ørntoft.

Fyrireiking: Tilfar verður sent luttakarum at lesa áðrenn skeiðið. 

Undirvísing: Bergur Djurhuus Hansen, lektari.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í føroyskum í miðnámi.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
31. jan. 2018 - 01. feb. 2018 kl. 09.00-15.00