Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-324
Danskt í hádeild
- nútíðar bókmentir og miðlar
Endamál: At geva íblástur til, hvussu ein undirvísing kann verða løgd til rættis, ið kann menna lesi- og tulkingarførleikarnar hjá næminginum við at brúka nútíðar tekstir og miðlar.

Innihald: 
  • Rák í nýmótans ungdómsbókmentum. Nýggjar bøkur verða vístar við hugskoti um, hvørjar møguleikar bøkurnar rúma til lesi- og bókmentaligt arbeiði.
  • Innleiðsla í, hvussu miðlarnir hava ment seg seinnu árini, og hvønn týdning tað hevur havt fyri okkara samskifti. Vit tosa m.a. um lesistrategiir á netinum, talgildar slóðir, sosialar miðlar og við tí "shitstorm" og talgildan samleika. Vit hyggja at nýggjari og ikki so siðbundnum tekstsløgum sum stand up og ljóðfrásøgumyndum.
  • Seinnu árini hava vit fingið podcasts, sum vísa øðrvísi frásøguhættir. Lurtað verður eftir dømum, har víst verður, hvussu frásøgur við støði í veruligum hendingum verða "borðreiddar" við øðrvísi frásøgusnildum, og nútímans ljóðsniði kunnu verða greinað og tulkað í undirvísingini í hádeild.
  • Hugskot um, hvussu ljós kann verða varpað á retoriskar greiningar av fjølbroyttu tekstunum eftir Anders Matthesen, sum seinastu árini hevur gjørt stand up, film, sjónleik, útvarp og nú eisini bók.
  • Við øðrum orðum gevur hetta skeiðið greiningaramboð til tess at menna førleikar hjá næmingunum at navigera ábyrgdarfult í miðlalandslagnum. 
Skeiðssnið: Upplegg, bólkaarbeiði og kjak.

Fyrireiking: Í góðari tíð fáa luttakarar lista yvir bøkur at lesa innan skeiðið. 

Undirvísing: Trine May, lærubókarithøvundur.
Málbólkur: Lærarar, ið undivísa í donskum í hádeild.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
02. mai 2018 - 03. mai 2018 kl. 09.00-15.00