Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-523
Náttúra í lærugreinini Náttúru og tøkni
- á rannsóknarferð í tað ókenda
Endamál: At geva íblástur at undirvísa í náttúrupartinum av N/T.
 
Innihald: Við hesum skeiðinum er ætlanin at geva íblástur til náttúruundirvísingina. Luttakarin kann brúka hetta í undirvísingini í N/T og í lívfrøði.

Skeiðssnið: Byrjað verður við at savna inn tilfar. Arbeitt verður við lívinum í jørðini, í haganum, í Toftavatni og uppi á Tjørn. Innsavnaða tilfarið verður kannað og viðgjørt seinna dagin. 
Sí brellbita her: https://www.youtube.com/watch?v=IKnZCQmh55o

Førleikakrøv: Áhugi fyri evninum. 

Undirvísing: Dan Lamhauge og Eliseus Johannesen, lærarar.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í N/T og lívfrøði.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Skúlin við Løkin, Runavík
23. mai 2018 - 24. mai 2018 kl. 09.00-15.00