Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-519
Grundskeið í WordMat
WordMat í Word 365, eitt amboð til støddfrøði í hádeild
Endamál: Luttakarar læra at nýta grundleggjandi funktiónir í WordMat í Word 365, ið kunnu nýtast til fakligu førleikamálini á 9. floksstigi í námsætlanini. Givin verða ítøkilig dømi um, hvussu WordMat kann verða brúkt í støddfrøðiundirvísing í hádeildini. Við hesum grundarlagi roynir hvør lærari WordMat í síni undirvísing í støddfrøði, soleiðis at hvør skeiðsluttakari fær nakrar royndir við WordMat við sær aftur í flokshølið.

Innihald: Skeiðið tekur støði í WordMat í Word 365 og førleikamálinum í 9. árgangi í støddfrøði. Greitt verður frá grundleggjandi funktiónum í WordMat og hvussu WordMat kann loysa uppgávur í støddfrøði í hádeild.

Luttakarar fáa vegleiðing í at brúka WordMat í Word 365 á egnari teldu. Við ítøkiligum dømum verður greitt frá, hvussu WordMat kann brúkast sum amboð í undirvísingini í støddfrøði í hádeild - bæði hjá lærarum og næmingum. Skeiðsluttakarar gera eina undirvísingarætlan til sín egna flokk í støddfrøði, har WordMat er ein partur og royna hesa ætlan í síni undirvísing.

Arbeitt verður við ætlanum við og royndum frá WordMat í støddfrøðiundirvísingini, so hvør skeiðsluttakari fær førleikar, ið hann kann hava við sær aftur í flokshølið.

Skeiðssnið: Skift verður millum stutt upplegg, einstaklingaarbeiði, bólkaarbeiði og framløgur. Høvi verður at arbeiða við tilfarinum í mun til tann flokkin, luttakarin hevur.

Førleikakrøv: Luttakarar skulu undirvísa í støddfrøði og kenna til Word 365. 

Fyrireiking: Leggja Word 365 og WordMat inn á egna teldu. 

Undirvísing: Jacob Eli Olsen, lærari 

At hava við: Við til skeiðið skulu luttakarar hava teldu ið Word 365 og WordMat.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í støddfrøði í hádeild.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
07. feb. 2018 kl. 09.00-15.00
05. mar. 2018 kl. 09.00-15.00