Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-217
Powerskeið í ítrótti
Crossfit - kreativar rørslur (performance) - flagfootball - bóltspøl - fitness.
Endamál: At geva luttakarum íblástur at royna nýggjar ítróttagreinar. Serliga verður dentur lagdur á rørslumynstur við og uttan tónleik.

Innihald: 
Fyrsti dagur: 
Tónleikur og rørsla. Arbeitt verður við "fitnessdansi". Nýggjar og gamlar ítróttargreinar: crossfit og teknikkur. 

Annar dagur: 
Bóltspøl: Ymisk bóltspøl. Tónleikur og rørsla: Hugtakið "performance" - ein skapandi rørsluformur, sum tekur støði í tónleiki, filmi/myndum og rørslum. 

Triði dagur: 
  • Nýtt og gamalt: Crossfit og WOD
  • Bóltspøl: Ulimate og flagfootball 
  • Flagfootball er ein frábrigdi frá amerikonskum fótbólti. 
Alt er lagt "praksisorienterað" til rættis. Tað vil siga, at alt verður roynt á egnum kroppi. Luttakarar fáa sveittan út, pulsurin fer í topp, frustratiónirnar koma eisini í spæl. Hetta er eitt aktivt skeið, har innihaldið kann verða brúkt beinleiðis í ítróttaundirvísingini eftir lokið skeið. 

Undirvísing: Bo Isaksen og Malene Løye, lærarar á Rosborg Amtsgymnasium í Vejle.

At hava við: Á skeiðinum skulu luttakarar vera ítróttaklæddir.
Málbólkur: Ítróttarlærarar í miðnámi og hádeild í fólkaskúlanum, sum ynskja eina meira fjøltáttaða ítróttarundirvísing.
Lektiónir: 21
Stað/tíð:
Glasir, Hoydalar
30. aug. 2017 - 01. sep. 2017 kl. 09.00-16.00