Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-610
Filmsgerð sum amboð í undirvísingini
- stimbring av kreativiteti og samstarvsevnum
Endamál: Skeiðið gevur luttakarum førleikar at gera film við at nýta forritið iMovie á snildfon og teldlinum. Við hesum ber til at geva næmingunum møguleika at læra at samstarva, brúka hugflogið og seta ymiskt í verk. Tá skeiðið er lokið, hava luttakarar fingið hugskot til, hvussu teir kunnu nýta filmsgerð sum part av undirvísingini. 

Innihald: Á skeiðinum arbeiða luttakarar í bólki, har roynt verður at gera ein stuttan film og sostatt fáa royndir í at filma og klippa.
 
Dagurin byrjar við framløgu, har í stuttum verður greitt frá filmsmáli, um at fortelja við myndum og um, hvussu forritið iMovie verður nýtt til at klippa við. Greitt verður frá, hvussu filmsgerð kann brúkast í undirvísingini, og hvussu hetta kann stimbra tann einstaka næmingin og flokkin.

Aftaná skulu skeiðsluttakararNIR royna seg, og øll skulu gera ein lítlan film við iMovie. Arbeitt verður á sama hátt, sum tá arbeitt verður professionelt við filmi. Upptøkurnar skulu fyrireikast, síðan verður filmað og eftirarbeiði gjørt. Hetta verður sjálvsagt gjørt við vegleiðing frá undirvísarunum.

At enda verða verkini, ið skeiðsluttakararnir hava framleitt, sýnd fram. 

Skeiðssnið: Upplegg/framløga, ítøkiligt arbeiði, framløgur og kjak.

Førleikakrøv: 
Vanligur kunnleiki til kunningartøkni.

At hava við: Til skeiðið skulu luttakarar hava snildfon og/ella teldil við forritinum iMovie ella líknandi.

Undirvísing: Eir í Ólavsstovu, sjónleikari og samskiftisfólk og Maria Winther Olsen, filmslistakvinna.
Málbólkur: Fólkaskúla- og miðnámslærarar kunnu fáa gleði av at nýta filmsgerð í undirvísingini. Sama um ein undirvísir í støddfrøði, føroyskum ella kristni, ja, uttan mun til lærugrein.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
06. mar. 2018 kl. 09.00-15.00