Skeiš 2016/2017
Bert fyri fólkaskślan
Bert fyri mišnįm
Bęši fyri fólkaskśla og mišnįm
Nįmsvķsindalig hįttalųg
Handaligar og verkligar lęrugreinar
Hugvķsindi
Lęrugreina- og yrkisbólkadagar
Nįttśruvķsindi
Onnur skeiš og tiltųk
Feršaskeiš
Śtbśgvingarskeiš
Nr. 1718-609
Filmsgerš
- lęr at gera film viš snildfonini og at klippa ķ iMovie

Endamįl: Endamįliš er at geva lęrarunum eitt amboš, har hann kann fanga nęmingarnar į ein annan hįtt enn gjųgnum ta vanligu undirvķsingina. Soleišis lęra nęmingarnir at samstarva, brśka hugflogiš og seta ting ķ verk. Okkara royndir vķsa, at nógvir nęmingar blóma, tį teir sleppa at arbeiša listarliga viš filmi, og dygdir koma fram, sum annars hava veriš fjaldar.

Innihald:  Luttakarar lęra at gera film viš snildfon og teldli og at klippa ķ iMovie. Dentur veršur lagdur į at skriva taš góša handritiš og samstundis ogna sęr teir teknisku fųrleikarnar, so luttakarar eftir stutta tķš duga at gera vakrar filmar.

Hvųr verkstova byrjar viš stuttum uppleggi. Luttakarar arbeiša eins og gjųrt veršur, tį iš arbeitt veršur professionelt. Tvs. teir skulu sita og fyrireika upptųkurnar, gera upptųkur og klippa.

Verkstovan endar viš at sķggja filmarnar hjį luttakarunum, har lagt veršur upp til, at teir geva hvųrjum ųšrum feedback. At enda verša sųgd nųkur orš um, hvat iš er gott, og hvat ein kann arbeiša framhaldandi viš.

VERKSTOVA 1: DOKUMENTARFILMUR
Fyrsta verkstovan snżr seg um, at luttakarar lęra taš mest grundleggjandi um filmsmįliš. Harumframt skulu teir gera ein lķtlan dokumentarfilm um hvųnn annan. Į henda hįtt fįa teir eina einfalda uppgįvu, har teir lęra at vera bęši framman og aftan myndatóliš, umframt at teir heilt grundleggjandi lęra at nżta snildfon ella teldil at filma og klippa viš. Arbeitt veršur tvey og tvey.

VERKSTOVA 2: LĘRUFILMUR
Verkstovan leggur dent į at vķsa, hvussu filmur kann verša nżttur sum tól ķ einari vķsindaligari lęrugrein. Arbeitt veršur ķ bólkum, har luttakarar fįa til uppgįvu at greiša frį einum evni ķ lęrugreinini, t.d. at greiša frį lķkningum ķ stųddfrųši. Į hendan hįtt verša teir meira tilvitašir um sķni evni ķ greinini, samstundis sum teir verša stinnari ķ at nżta snildfonina/teldilin. Her męla vit til at arbeiša trż og trż.

VERKSTOVA 3: FIKTIÓNSFILMUR
Trišja verkstovan leggur dent į, hvussu filmur kann nżtast ķ mįlsligum lęrugreinum. Luttakarar finna eina stuttsųgu fram ķ einum av mįlsligu lęrugreinunum. Teir skulu so greina og tulka stuttsųguna, fyri sķšan at kunna endurskapa hana gjųgnum ein stuttfilm. Her veršur męlt til, at tey arbeiša fżra ķ hvųrjum bólki.

Skeišssniš:  Upplegg, ķtųkiligt filmsarbeiši, framlųgur og kjak.

Fyrireiking: Luttakararnir verša bidnir um at lesa tilfar, sum veršur sent teimum ķ góšari tķš undan skeišinum.

At hava viš: Viš til skeišiš skulu luttakarar hava snildfon og/ella teldil viš iMovie ella lķknandi forriti. Harumframt verša teir bidnir um at hava ein fakligan tekst og eina stuttsųgu viš, sum teir ynskja at arbeiša viš umframt hefti, sum luttakararnir fįa sent įšrenn skeišiš.

Undirvķsing: Eir ķ Ólavsstovu, sjónleikari og samskiftisfólk og Maria Winther Olsen, filmslistakvinna.

Vistarskeiš: Luttakararnir bśgva saman ķ tvķmanskamari. Um ein ynskir at bśgva ķ einakamari, rindar luttakarin sjįlvur munin, 250 kr.

Mįlbólkur: Fólkaskślalęrarar.
Lektiónir: 15
Staš/tķš:
Gjįargaršur
20. nov. 2017 - 21. nov. 2017 kl. 10.00-15.00