Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-609
Filmsgerð
- lær at gera film við snildfonini og at klippa í iMovie

Endamál: Endamálið er at geva lærarunum eitt amboð, har hann kann fanga næmingarnar á ein annan hátt enn gjøgnum ta vanligu undirvísingina. Soleiðis læra næmingarnir at samstarva, brúka hugflogið og seta ting í verk. Okkara royndir vísa, at nógvir næmingar blóma, tá teir sleppa at arbeiða listarliga við filmi, og dygdir koma fram, sum annars hava verið fjaldar.

Innihald:  Luttakarar læra at gera film við snildfon og teldli og at klippa í iMovie. Dentur verður lagdur á at skriva tað góða handritið og samstundis ogna sær teir teknisku førleikarnar, so luttakarar eftir stutta tíð duga at gera vakrar filmar.

Hvør verkstova byrjar við stuttum uppleggi. Luttakarar arbeiða eins og gjørt verður, tá ið arbeitt verður professionelt. Tvs. teir skulu sita og fyrireika upptøkurnar, gera upptøkur og klippa.

Verkstovan endar við at síggja filmarnar hjá luttakarunum, har lagt verður upp til, at teir geva hvørjum øðrum feedback. At enda verða søgd nøkur orð um, hvat ið er gott, og hvat ein kann arbeiða framhaldandi við.

VERKSTOVA 1: DOKUMENTARFILMUR
Fyrsta verkstovan snýr seg um, at luttakarar læra tað mest grundleggjandi um filmsmálið. Harumframt skulu teir gera ein lítlan dokumentarfilm um hvønn annan. Á henda hátt fáa teir eina einfalda uppgávu, har teir læra at vera bæði framman og aftan myndatólið, umframt at teir heilt grundleggjandi læra at nýta snildfon ella teldil at filma og klippa við. Arbeitt verður tvey og tvey.

VERKSTOVA 2: LÆRUFILMUR
Verkstovan leggur dent á at vísa, hvussu filmur kann verða nýttur sum tól í einari vísindaligari lærugrein. Arbeitt verður í bólkum, har luttakarar fáa til uppgávu at greiða frá einum evni í lærugreinini, t.d. at greiða frá líkningum í støddfrøði. Á hendan hátt verða teir meira tilvitaðir um síni evni í greinini, samstundis sum teir verða stinnari í at nýta snildfonina/teldilin. Her mæla vit til at arbeiða trý og trý.

VERKSTOVA 3: FIKTIÓNSFILMUR
Triðja verkstovan leggur dent á, hvussu filmur kann nýtast í málsligum lærugreinum. Luttakarar finna eina stuttsøgu fram í einum av málsligu lærugreinunum. Teir skulu so greina og tulka stuttsøguna, fyri síðan at kunna endurskapa hana gjøgnum ein stuttfilm. Her verður mælt til, at tey arbeiða fýra í hvørjum bólki.

Skeiðssnið:  Upplegg, ítøkiligt filmsarbeiði, framløgur og kjak.

Fyrireiking: Luttakararnir verða bidnir um at lesa tilfar, sum verður sent teimum í góðari tíð undan skeiðinum.

At hava við: Við til skeiðið skulu luttakarar hava snildfon og/ella teldil við iMovie ella líknandi forriti. Harumframt verða teir bidnir um at hava ein fakligan tekst og eina stuttsøgu við, sum teir ynskja at arbeiða við umframt hefti, sum luttakararnir fáa sent áðrenn skeiðið.

Undirvísing: Eir í Ólavsstovu, sjónleikari og samskiftisfólk og Maria Winther Olsen, filmslistakvinna.

Vistarskeið: Luttakararnir búgva saman í tvímanskamari. Um ein ynskir at búgva í einakamari, rindar luttakarin sjálvur munin, 250 kr.

Málbólkur: Fólkaskúlalærarar.
Lektiónir: 15
Stað/tíð:
Gjáargarður
20. nov. 2017 - 21. nov. 2017 kl. 10.00-15.00