Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-106
Prosessleiðsla í tvørfakligum samstarvi
- facilitering til miðnámslærarar við serligum atliti at tvørfakligum samstarvi
Endamál: At bøta um førleikan hjá læraranum at skipa tvørfakligar verkætlanir og samstørv. Eftir at hava verið á hesum skeiði, hevur luttakarin ognað sær vitan um prosessleiðslu og facilitering av prosessum. Luttakarin kemur aftur við ítøkiligum amboðum, ið kunnu brúkast til at skipa og facilitera eitt tvørfakligt samstarv. Afturat hesum hevur luttakarin lært at facilitera prosessir. Skeiðið er hugsað soleiðis, at luttakarin hevur ognað sær førleikarnar til at leggja eitt tvørfakligt samstarv til rættis frá byrjan til enda - at leggja til rættis, útinna og eftirmeta. 

Innihald: Arbeitt verður við, hvat prosessleiðsla er, og hvussu hon verður framd í verki. Fyrra dagin verður dentur lagdur á at skilja prosess, projekt og facilitering. Hvat er tað, og hvør er tín leiklutur sum lærari? Seinna dagin verður arbeitt við nýggjum amboðum og háttum at skipa eina prosess í einum tvørfakligum samstarvi.

Skeiðssnið: Stuttar ástøðiligar framløgur og bólkaarbeiði, har arbeitt verður við nýggju amboðunum.

Undirvísing: Siri Tórgarð, Tórgarð Ráðgeving.
Málbólkur: Miðnámsskúlalærarar.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
24. okt. 2017 - 25. okt. 2017 kl. 09.00-15.00