Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-605
Øðrvísi eftirmetingar í undirvísingini
Endamál: At luttakarar fáa innlit í fleiri hættir at eftirmeta undirvísingina. Her verður hugsað um smáar samvirknar eftirmetingar, ið kunnu gera undirvísingina uppaftur betri. Dentur verður serliga lagdur á kt-amboð, ið kunnu nýtast, meðan undirvíst verður.

Innihald: Umframt at luttakarar síggja, hvussu eftirmetingar kunnu nýtast í undirvísingini, sleppa teir eisini at royna seg við egnum teldum og hugskotum. Nomið verður við kend forrit so sum Google forms og kahoot, men eisini nýggj forrit, sum atgongd er til gjøgnum Office 365. Roynt verður harafturat hálvtalgilda forritið/hugskotið "Plickers" og somuleiðis Prezi, sum fyri tey flestu er at meta sum eitt framløgutól.

Undirvísing: Sjúrður Juul Ravnsfjall, kand.ped. í kt-didaktiskari sniðgeving.

At hava við: Við til skeiðið skulu luttakarar hava egna farteldu og snildtelefon/teldil.

Málbólkur: Lærarar.
Lektiónir: 6
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
06. feb. 2018 kl. 09.00-15.00