Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-308
Byrjanarlesing - Súlan
Endamál: At menna læraran í byrjanarlesing og -stavseting - bæði ástøðiliga og verkliga. Víst verður á, hvørjar námsfrøðiligar hugsanir, tilfarið Súlan er grundað á. Málið er, at lærarar fáa vitan um, hvat ið er týdningarmest, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava. 

Innihald: Við atliti at Súlutilfarinum verður greitt frá byrjanarundirvísing í lesing og staving. Hvørji lesisjónarmið byggir tilfarið Súlan á, og hvussu verður hugsað, at tilfarið verður brúkt? 

Ein partur av skeiðinum er um lesiástøði:
  • Hvat hevur týdning, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava?
  • Lesimenningin
  • Tekstir í fyrstu lesifrálæruni. Hvat er lætt/trupult at lesa? Tosað verður um ljóðrættan tekst, Lix o.a.
  • Stavimenningin m.a. við støði í Lær teg at stava 1 og 2, fyrisagnarbøkur til fyrstu staviundirvísingina. Hvør er ætlanin við bókunum?
  • Lesitrupulleikar í byrjanarlesingini
  • Komið verður inn á lesitestir í byrjanarlesingini
  • Súluspølini: Hvussu kunnu spølini verða brúkt í undirvísingini - bæði í vanligu undirvísingini og til at hjálpa børnum, sum hava trupult við at læra at lesa og stava?
  • Greitt verður frá, hvussu fyrsta lesingin kann verða næmingalagað
  • Leiklutur foreldranna - hvussu lesa foreldrini við barninum heima?
Undirvísing: Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, rithøvundar til Súlutilfarið, diplomútbúgving í sernámsfrøði, orðblindaútbúgving og masterútbúgving í lesi- og skrivididaktikki.
Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í byrjanarlesing og lærarar sum undirvísa børnum við lesitrupulleikum í innskúlingini.
Lektiónir: 18
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
28. aug. 2017 - 30. aug. 2017 kl. 09.00-15.00