Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-207
At dokumentera við litum
- at mála náttúruna í náttúruni

Endamál: Børn og ung í dag nýta alsamt meira tíð framman fyri og í alskyns skíggjum. Samstundis eru fleiri teirra nærum ikki í náttúruni, heldur ikki í nærumhvørvinum við skúlan, heimið ella grannalagið. At eygleiða, tekna og mála í náttúruni við einføldum amboðum og einføldum teknikkum kann læra og venja næmingarnar, hvussu teir skulu eygleiða vakurleikan í náttúruni í teirra nærumhvørvi. Hetta kann hjálpa teimum at skilja náttúruna og tann heim, tey eru partur av. Hetta er teimum gevandi og læruríkt. Við at nýta nærumhvørvið og tað, sum er í nærumhvørvinum, er tað ikki avgerandi, hvar skúlin liggur, hvar næmingarnir búgva ella hvør árstíðin er. Øll støð og allar árstíðir hava sítt lív og sínar litir.

Innihald:

  • Fyrireiking í einføldum tekniteknikki við blýanti, kriti og vatnlitum
  • Eygleiðing av smálutum og heildum í náttúruni
  • Verkstova, har tekniteknikkur, máling og eygleiðing renna saman
  • Hugleiðingar um, hvussu hetta kann nýtast í øllum lærugreinum á øllum stigum í øllum flokkum við støði í grund- og miðdeild fólkaskúlans

Skeiðssnið: Hvør skeiðsdagur er 8 lektiónir. Ein partur er ástøði og ein partur er verkstova, har tað lærda verður roynt í verki.

Málbólkur: Lærarar á øllum stigum.

Førleikakrøv: Góður enskur málførleiki. Skeiðið er á enskum. Harafturat skal góður hugur vera at tekna og at læra at tekna saman við børnum.

Fyrireiking: Ílatin eftir veðrinum. Farið verður út, og partur av skeiðinum verður á stykkinum sunnan fyri Nám.

Undirvísing: Ran Levy-Yamamori

At hava við: Við til skeiðið skulu luttakarar hava vatnlitir, pappír og umstøður at mála.

Málbólkur: Lærarar á øllum stigum.
Lektiónir: 16
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
07. mai 2018 - 08. mai 2018 kl. 09.00-16.30