Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-127b
Mennandi sálarfrøði
- innføring í at arbeiða við bókini
Endamál:  Innlit og hugskot verður givið í at arbeiða við støði í bókini. Dentur verður lagdur á, at venjing, ágrýtni og hugsavning er lykilin til at læra. Kanningar vísa, at næmingar, sum læra um, hvussu heilin virkar, gera stór faklig og sosial framstig, tí teir fáa trúnna á, at teir sjálvir eru loysnin til at læra.

Innihald: Luttakarar fáa innlit í, hvussu heilin virkar í eini læringargongd, tileggjan, Grit, optimismu, flow og mentalt mótstøðuføri/treysti.

Nógv geva skarvin yvir, tá tey møta mótstøðu, meðan onnur styrkjast av mótstøðuni. Hugtøkini omanfyri lýsa, hví so er. Treystleiki (resilience) er ikki nakað, ein hevur ella ikki hevur. Tað er ein sálarligur førleiki, sum kann venjast, og sum hjálpir okkum at handfara strongd, mótburð, avbjóðingar og at ansa eftir okkum sjálvum. 

Grit lýsir í stuttum, hví nakrir næmingar klára seg betur enn aðrir í skúlanum og lívinum sum heild. Talan er ikki um IQ, men um evnini at seta egin áhugamál til viks og at kýta seg fyri at røkka einum máli. Henda hugsan broytir fatanina av, at tað er synd í næmingum, ið klára seg illa og vendir sjóneykuni móti, at næmingarnir sjálvir hava evnini at flyta seg. Allir hava evni at gerast betri. Bjartskygd menniskju hava betri lívsdygd enn onnur. 

Bjartskygni snýr seg um, hvussu ein tulkar tær støður, komið verður í. Verður tveytalið tulkað sum úrslit av, at eg ikki havi fyrireikað meg nóg væl og tí kann bøta uppá tað til næstu ferð, ella at tað er eitt úrslit av, at eg einki dugi og tí einki kann gera fyri at bøta um støðuna? Hátturin, nýttur verður, hevur ávirkan á lív okkara. 

Skeiðssnið: Framløgur og kjak. 

Fyrireiking: Luttakarar skulu gjarna hava blaðað í bókini.

Undirvísing: Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology og Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og stud. cand psyk.
Málbólkur: Lærarar, námsfrøðingar og miðnámsskúlalærarar.
Lektiónir: 12
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
22. feb. 2018 - 23. feb. 2018 kl. 09.00-15.00