Innihald: Sæð frá næmingsins sjónarhorni verður undirvísing spennandi, um tað ikki bert er lærarin, sum hevur orðið alla tíðina.
Við hesum skeiði verða givin amboð til at skapa eina áhugaverda undirvísing, har næmingarnir eru við í øllum. Royndar verða hópin av venjingum, ið kunnu nýtast beinleiðis í undirvísingini. Dømini kunnu nýtast í øllum floksstigum og eru løtt at tillaga til egnar næmingar.
Skeiðið er íblástur til gerandisundirvisingina og skal fatast sum ískoyti til ta góðu undirvísingina, ið longu verður framd.
Skeiðssnið: Framløgur, venjingar og kjak.
Undirvísing: Mette Stange, sjálvstøðugur ráðgevi.