Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-111b
Positiv sálarfrøði
- eitt námsfrøðiligt amboð í undirvísingarfyrireikingini

Endamál: Luttakarum verður givið innlit í, hvat positiv sálarfrøði er, og hvussu ein málrættað kann arbeiða við positivari sálarfrøði í verki og við henni skapa eitt læringarumhvørvi, ið byggir á viðurkenning, virðing og tryggleika, sum er grundarlagið undir munadyggari læring.


Innihald
: Dentur verður lagdur á, hvussu positiv sálarfrøði kann stuðla undir eitt læringarumhvørvi, sum er grundað á styrkir, menning og viðurkenning, og sum raðfestir trivnað og tekur støði í sálarliga tilfeinginum, styrkjunum og møguleikunum hjá einstaklinginum.

Innihaldið leggur fyrst og fremst dent á positiva sálarfrøði hjá einstaklinginum. Tankarnir handan positiva sálarfrøði verða lýstir, og luttakarar sleppa at royna seg í verki. Síðan verður arbeitt við støði í persónligu styrkjunum og samlaðu styrkjunum hjá toyminum ella bólkunum.

Luttakarar fáa hugskot og amboð til at hjálpa børnum at granska og gerast tilvitað um egnar styrkir, og hvussu hesar kunnu verða mentar.
Sjóneykan verður sett á teir lutir í positivu sálarfrøðini, sum geva eitt gott yvirlit og sum eru týdningarmiklir í sambandi við verkseting.

Evni, ið verða viðgjørd:

  • Positiv sálarfrøði: Stutt innlit í søguna og kunning um, hvat positiv sálarfrøði er, og hvussu hon kann nýtast í sambandi við læring.
  • Styrkitilgongd í undirvísingini: Dentur verður lagdur á skilabestan trivnað og tær 24 styrkirnar.
  • Cooperative learning (CL): Skipað bólkaarbeiði.
  • Flow sum læringshugtak: Csikzentmihayi.


Skeiðssnið: Framløgur, kjak og verkstovukendir arbeiðshættir.

Fyrireiking: Undan skeiðinum skal luttakarin gera eina roynd (test), sum gevur innlit í egnar styrkir. Úrslitið er persónligt og kann nýtast sum persónligt amboð. Royndin viðger einans styrkir og ikki veikleikar. Positiv sálarfrøði leggur dent á at arbeiða við styrkjunum hjá næminginum, og royndin er ein háttur at finna fram til hesar. Munur er tó á royndum, sum verða gjørdar av næmingum og vaksnum, men tær eru bygdar upp á sama hátt og tæna sama endamáli. Sum nevnt er úrslitið persónligt, men skal luttakarin fáa sum mest burtur úr skeiðinum, skal hann gera royndina. VIA-survey og VIA-ungdómssurvey (fyri tey 10-17 ára gomlu) tekur uml. 20 minuttir. Fyri at taka royndina, skal ein skráseta seg á netinum, soleiðis at ein altíð kann fara inn at hyggja at úrslitinum. Til ber at gera royndina og lesa meira um hana á: http://viacharacter.org/survey/Account/Register. Møguleiki er fyri, at toymislimir heima á skúlunum verða tiknir við í tilgongdina. Tí verður mælt til, at tann/tey, ið koma á skeiðið, kunnu býta út tilfar áðrenn byrjan við tí fyri eyga, at fyrireiking til skeiðið verður gjørd saman við øðrum á skúlanum/toyminum.

Undirvísing: Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology og Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og Stud. Cand. Psyk.

Málbólkur: Lærarar og námsfrøðingar, sum ynskja íblástur til, hvussu positiva sálarfrøðin kann nýtast sum eitt námsfrøðiligt amboð í skúlanum.
Lektiónir: 24
Stað/tíð:
Nám, skeiðshølið
08. jan. 2018 - 10. jan. 2018 kl. 09.00-15.00
19. mar. 2018 kl. 09.00-15.00