Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-764
Motivatión
Hvat er tað, sum fær okkum at handla, sum vit gera? Tað er spurningurin aftanfyri sálarfrøðiligu granskingargreinina, sum verður kallað motivatiónsástøði. Hetta leiðir beinleiðis til næsta spurning: hvussu motivera vit okkum sjálvi og onnur at gera tað, sum er best fyri okkum? 

Eitt ástøði, sum serliga hevur vunnið fram, er SDT (Self Determination Theory). Sum tað framgongur av sjálvum heitinum, leggur ástøðið dent á, at menniskjan fegin sjálv vil sleppa at taka støðu. Tað merkir, at vit vilja ikki verða stýrd ella undir umsjón av øðrum. Verða vit tað, fellur/dalar okkara motivatión. Júst hetta kann fáa stórar avleiðingar í sambandi við, hvussu vit skipa okkara skúlar, arbeiðslív og alt samfelagið. Øll menniskju eru fødd við einum grundleggjandi tørvi á autonomi ella sjálvsavgerðarrætti.

Endamál: Geva skeiðsluttakarum innlit í motivatiónsástøði, og hvussu henda vitan kann geva íblástur til at leggja til rættis undirvísingina. 

Innihald
  • Motivatiónsástøði
  • Self-Determination-Theory - sjálvsavgerðarástøðið hjá sálarfrøðingunum Deci & Ryan
  • Innara og uttara motivatión
  • Stutt innlit í ástøði um málseting
  • Hjálpa øðrum at motivera seg sjálvan
  • Greið amboð og framferðarhættir til at røkka settum málum
Undirvísing:
Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology og Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og Stud. Cand. Psyk.
Málbólkur: Allur skúlin