Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-763
Fasilitering og fundarleiðsla
Fundir skulu leiðast og stýrast. Greið mál og væntanir til bæði úrslit og luttakarar skulu setast. Fasilitering er ein háttur, sum kann skapa betri úrslit á fundum so sleppast millum annað kann undan at óneyðug tíð fer til spillis. Fasilitering kann brúkast, tá málið er at skapa/ fáa nýggj hugskot, finna nýggjar loysnir ella at skapa eina nýggja samstarvsmentan í einum toymi. Ein skeiðsdagur har tú verður latin í til at leggja til rættis og fasilitera effektivar og motiverandi fundir. Tú fært amboð, sum tú kanst nýta í verki til fundir. 

Endamál
  • Amboð til at skapa dynamiskar og effektivar fundir í verki
  • Yvirlit yvir elementini frá fundarhugskot til eftirmeting, sum fara at betra um fundirnar
  • Venjing í leiklutinum sum fasilitator og fundarleiðari
  • Hættir at skapa inndragan, læring og orku
Innihald
  • Hvat er fasilitering?
  • Hvussu tú kemur gott frá byrjan, setur góð mál og motiverar luttakarnar til at røkka málunum
  • Góðir spyrjiteknikkir, sum leiða fram á mál
  • Hvussu skapar tú góða orku og motivatión á fundinum
Á skeiðnum verður skift millum stutt upplegg, venjingar og samskifti. Luttakarar nýta amboð, sum tey læra um, á skeiðnum, soleiðis at teir fáa førleikan og høvi at nýta tey, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis.

Undirvísing:
Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology og Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og Stud. Cand. Psyk.

Málbólkur: Allur skúlin