Skeið 2023-2024
Bert fyri fólkaskúlan
Bert fyri miðnám
Bæði fyri fólkaskúla og miðnám
Eisini farin skeið
Námsvísindalig háttaløg
Handaligar og verkligar lærugreinar
Hugvísindi
Lærugreina- og yrkisbólkadagar
Náttúruvísindi
Onnur skeið og tiltøk
Skúlaskeið
Netskeið
Einki skeið er í hesum bólkinum í løtuni.
Nr. 1718-840
Námsfrøðilig leiðsluútbúgving fyri skúlaleiðarar

Í samstarvi við Mentamálaráðið skipa Námsvísindadeildin og Glasir fyri diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Í fyrstu atløgu er útbúgvingin ætlað skúlaleiðarum í fólka-, miðnáms- og vinnuskúlum.

Útbúgvingin telur 60 ECTS og verður skipað sum hálvtíðarlestur í tvey ár.

Útbúgvingin fatar bæði um at menna námsfrøðiligu fatanina hjá leiðaranum í einum undirvísingarstovni og at veita leiðarum ástøðilig og verklig leiðsluamboð. Dentur verður lagdur á klassiska og nútímans leiðslu við serligum fokus á námsfrøðiliga leiðslu sum hugtak, fyribrigdi og ástøði. Samband ímillum ástøði og leiðslu í praksis er eitt aðalmál í útbúgvingini.

Undirvísing verður fríggjadag seinnapartar kl. 13.00-16.00 og leygardagar kl. 9.00 -15.00.

Málbólkur: Skúlaleiðarar í fólka-, miðnáms- og vinnuskúlum
Skeiðið byrjar í: august 2017
Tilmeldingarfreist: 15. mai 2017
Tilmelding á leinki: https://setur.fo/utbugvingar/adrar-utbugvingar/eftir-og-iskoytisutbugvingar/namsvisindadeildin/